Sálmarnir kap. 77

Uppsetan
3 Tann dag eg eri í neyð, søki eg Harran; hond mín er rætt út um náttina og troyttast ikki, sál mín vil ikki lata seg troysta.
7 Eg minnist streingjaleik mín um náttina; eg grundi í hjartanum, og andi mín granskar.
9 Er tað við alla úti við miskunn Hansara? Er lyfti Hansara til ævigar tíðir vorðið til einkis?
10 Hevur Gud gloymt at vera náðigur? Hevur Hann í vreiði latið hjarta Sítt aftur? – Sela.
11 Eg sigi: Hetta er tað, ið meg pínir, at høgra hond hins Hægsta er ikki sum áður.
15 Tú ert tann Gud, sum ger undur, Tú hevur gjørt styrki Tína kenda millum fólkini.
17 Vøtnini sóu Teg, Gud, vøtnini sóu Teg og ringdust í angist, ja, avgrundirnar skulvu;
18 skýggini lótu falla streymar av vatni, himlarnir lótu hoyrast rødd sína, pílar Tínir flugu higar og hagar;
19 tora Tín ljóðaði í ódnarstorminum, snarljós lýstu upp jarðarríki; jørðin pipraði og skalv.
20 Leið Tín lá gjøgnum havið, gøtur Tínar gjøgnum stór vøtn, fótaspor Tíni kendust ikki.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul