Sálmarnir kap. 41

Uppsetan
3 HARRIN verjir hann og heldur honum á lívi, hann verður lukkuligur í landinum – ikki skalt Tú geva hann upp í fíggindahendur.
4 HARRIN skal styðja hann á sóttarsongini, alla legu hansara umskiftir Tú, táið hann er sjúkur.
5 So sigi eg tá: HARRI, ver mær náðigur, grøð sál mína, tí eg havi syndað móti Tær!
6 Fíggindar mínir ynskja mær ilt: „Nær man hann fara at doyggja, og navn hansara verða útstrikað?“
7 Kemur ein at vitja meg, so tosar hann tað, ið falskt er, hjarta hansara savnar sær óndskap; so fer hann avstað og tosar um tað.
8 Allir teir, ið hata meg, tutla saman móti mær; allir huga teir sær til, at mær skal gangast illa:
10 Ja, um tað so er vinur Mín, sum Eg leit á, hann, ið át breyð Mítt, so hevur hann lyft hælinum móti Mær.
11 Men Tú, HARRI, ver mær náðigur, og hjálp mær aftur á føtur, so skal eg løna teimum!
12 Av tí síggi eg, at Tú hevur hjarta fyri mær, at fíggindi mín sleppur ikki at gleðast uppi yvir mær.
13 Og mær heldur Tú uppi, fyri tað at eg eri sakleysur, letur meg standa fyri ásjón Tíni í allar ævir.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul