Sálmarnir kap. 30

Uppsetan
2 HARRI, eg geri Teg stóran, tí Tú bjargaði mær, lætst ei fíggindar mínar gleðast uppi yvir mær!
4 HARRI, Tú hevur drigið sál mína upp úr deyðaríkinum, Tú hevur vakt meg upp til lív, frá teimum, sum fara niður í grøvina!
6 Tí løtu varir vreiði Hansara, men alt lívið náði Hansara; um kvøldið kemur grátur at gista, men um morgunin er gleðisongur.
8 HARRI, í náði hevði Tú grundfest fjall mítt – Tú fjaldi ásjón Tína, tá fall ræðsla á meg!
10 „Hvønn vinning hevur Tú av blóði mínum, av, at eg søkki í grøvina! Man dustið fara at prísa Tær, fer tað at kunngera trúfesti Tína!
12 – Og Tú umskifti sorg mína í dans, lætst meg úr syrgibúnanum og gyrdi meg við gleði,
13 fyri at æra mín skal lovsyngja Tær og ikki tagna. – HARRI Gud mín, eg skal takka Tær í allar ævir!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul