Sálmarnir kap. 81

Uppsetan
6 Tað setti Hann til vitnisburð í Jósefi, táið hann fór út av Egyptalandi. – Eg hoyrdi talu, ið var mær nýggj:
7 „Eg lyfti byrðina av herðum hansara, og hendur hansara sluppu frá at bera kurvina.
8 Í neyðini rópti tú, og Eg frelsti teg; Eg svaraði tær, fjaldur í toruskýnum, Eg royndi teg við Meribavøtn.“ – Sela.
9 „Hoyr, fólk Mítt, Eg skal vitna fyri tær! Ísrael, hevði tú viljað lurtað eftir Mær!
10 Fremmandur gudur má ikki finnast hjá tær, tú mást ikki tilbiðja gud útlendingsins.
11 Eg eri HARRIN Gud tín, sum leiddi teg út av Egyptalandi; lat munnin vítt upp, so Eg fái fylt hann!
13 So læt Eg tey fara við harða hjarta teirra, tey sluppu at ganga eftir egnum ráðum.
14 – Á, hevði fólk Mítt viljað lurtað eftir Mær, hevði Ísrael viljað gingið á leiðum Mínum!
15 Skjótt skuldi Eg tá eyðmýkt fíggindar teirra og vent hond Míni móti óvinum teirra.
16 Tey, ið hata HARRAN, skuldu lifrað fyri teimum, og tíð teirra skuldi vart ævigt.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul