Sálmarnir kap. 83

Uppsetan
3 Tí Tú sært, at fíggindar Tínir gera óljóð; teir, ið hata Teg, lyfta høvdinum.
4 Móti fólki Tínum leggja teir loynilig svikaráð; teir ganga saman í ráð móti teimum, ið Tú verjir;
5 teir siga: „Komið, latið okkum beina fyri teimum, so tey eru ikki eitt fólk longur! Eingin skal aftur minnast navn Ísraels!“
9 Assur við er farin í lag við teimum, teir eru vorðnir børnum Lots ein armur. – Sela.
12 Lat gangast teimum, fremstu monnum teirra, sum Oreb og Ze’eb, øllum høvdingum teirra sum Zeba og Zalmunna,
18 Lat teir verða til skammar og ræðast til ævigar tíðir, lat teir verða til spott og ganga til grundar!
19 Lat teir sanna, at eingin uttan Tú eitur HARRIN, hin hægsti yvir allari jørðini!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul