Sálmarnir kap. 84

Uppsetan
3 Sál míni leingist, ja, hon tráar eftir forgørðum HARRANS; hjarta mítt og hold mítt rópa av gleði móti hinum livandi Gudi.
4 Ja, spurvurin fann sær heim, og svalan reiður, sum hon hevur ungar sínar í – altar Tíni, HARRI Gud herskaranna, kongur mín og Gud mín!
6 Sælur er tann, ið hevur styrki sína í Tær, og sum hevur hjartað vent til hinar beinu leiðir.
7 Táið tey fara gjøgnum bakadalin*, gera tey hann til kelduríkt stað, ja, heystregnið leggur signing yvir hann.
11 Tí betri er ein dagur í forgørðum Tínum enn túsund aðrir; fyrr vil eg liggja við gáttina í húsi Guds míns enn búgva í gudloysistjøldum.
12 Tí Gud HARRIN er sól og skjøldur, HARRIN gevur náði og heiður; einki gott sýtir Hann teimum, sum liva í sakloysi.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul