Sálmarnir kap. 90

Uppsetan
4. Book 4
90:1-106:48
1 Bøn. Eftir gudsmannin Móses. HARRI, Tú hevur verið bústaður okkara mann eftir mann!
2 Áðrenn fjøllini vórðu til, og Tú skapti jørðina og jarðarríki, ja, frá ævunum til ævirnar ert Tú, Gud!
3 Menniskjað gert Tú aftur til dust; Tú sigur: „Vendið við aftur, tit menniskjabørn!“
4 Tí túsund ár eru í eygum Tínum sum dagurin í gjár, hann, sum svann, ja, tey eru sum náttarvøka.
5 Tú skolar tey burt, tey verða sum svøvnur. Um morgunin líkjast tey grasinum, ið grør;
7 Tí við vreiði Tíni svinna vit burtur, og við bræði Tíni verða vit rykt burtur við ræðslu.
8 Misgerðir okkara hevur Tú sett Tær fyri eyga, duldu synd okkara í ljós andlits Tíns.
9 Tí allir dagar okkara svinna burt í vreiði Tíni; vit hava livað ár okkara at enda sum eitt suff.
10 Lív okkara varir 70 ár – ella 80 ár, táið styrkin er nógv; og táið tað er frægast, er tað møði og fáfongd; tí skjótt er tað yvirstaðið, vit flúgva avstað.
11 Hvør kennir styrki vreiði Tínar, og bræði Tína, soleiðis sum ein eigur at óttast Teg!
12 At telja dagar okkara – lær Tú okkum tað, so vit kunnu fáa vísdóm í hjartað!
14 Metta okkum, táið morgunin kemur, við náði Tíni! So skulu vit fegnast og vera glað allar dagar okkara!
15 Gleð okkum, so mangar dagar sum Tú hevur eyðmýkt okkum, so mong ár sum vit hava liðið ilt!
17 Og lívsæla HARRANS Guds okkara veri yvir okkum! Og frem Tú okkum handaverk okkara, ja, handaverk okkara, tey fremji Tú!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul