Sálmarnir kap. 89

Uppsetan
2 Um náði HARRANS skal eg syngja til ævigar tíðir, mann eftir mann skal muður mín kunngera trúfesti Tína.
3 Tí Tú hevur sagt: „Náði verður bygd upp til ævigar tíðir.“ Í Himli hevur Tú grundfest trúfesti Tína.
4 [Tú sigur:] „Eg havi gjørt sáttmála við hin útvalda Mín, Eg havi svorið Dávidi, tænara Mínum:
5 Til ævigar tíðir skal Eg grundfesta avkom títt, mann eftir mann skal Eg byggja hásæti títt.“ – Sela.
6 Og Himmalin prísar undurverkum Tínum, HARRI; trúfesti Tín verður prísað í samkomu hinna heilagu.
7 Tí hvør í Himli kann metast javnt við HARRAN, hvør av sonum Guds er HARRANUM líkur –
8 øgiligur Gud í loynda ráði hinna heilagu, øllum teimum stórur og ræðuligur, sum rundan um Hann eru!
9 HARRI Gud herskaranna, hvør er sum Tú! – Sterkur er HARRIN, og trúfesti Tín er rundan um Teg.
10 Tú ert tann, ið ræður yvir hugmóði havsins; táið aldur tess reisast, stillar Tú tær.
11 Tú hevur sorað sundur Rahab sum feldan hermann, spjatt fíggindar Tínar við veldigum armi.
12 Tín er himmalin, og Tín er jørðin, Tú grundfesti jarðarríki og alt tað, sum í tí er.
15 Rættferð og rættur er grundvøllur hásætis Tíns, náði og sannleiki standa fyri ásjón Tíni.
16 – Sælt er fólkið, ið kennir fagnaðarróp; HARRI, í ljósi andlits Tíns skulu tey ganga.
17 Í navni Tínum skulu tey gleðast allan dagin, og við rættferð Tíni skulu tey koma at sita høgt.
20 Ta ferðina talaði Tú í sjón við hini heilagu Tíni og segði: „Eg havi lagt hjálp í hondina á einum veldigum, Eg havi gjørt unglinga av fólkinum høgan;
24 nei, Eg skal sora fíggindar hansara fyri ásjón hansara og heimsøkja teir, ið hata hann.
25 Við honum skal trúfesti og náði Mín vera, og í navni Mínum skal horn hansara verða høgt.
29 til ævigar tíðir skal Eg lata náði Mína móti honum standa við, og sáttmáli Mín við hann skal standa fastur;
30 Eg lati avkom hansara standa til ævigar tíðir, hásæti hansara, so leingi sum himmalin er til.
36 Eitt havi Eg svorið um heilagleika Mín – sanniliga, Eg skal ikki lúgva fyri Dávidi:
37 Avkom hansara skal verða verandi í allar ævir, og hásæti hansara sum sólin fyri ásjón Míni;
38 sum mánin skal tað standa til ævigar tíðir – og vitnið í Himli er trúfast!“ – Sela.
40 sáttmálan við tænara Tín hevur Tú rist av Tær, krúnu hansara hevur Tú vanhalgað og kastað hana til jarðar.
41 Tú hevur rivið niður allar múrar hansara og gjørt virki hansara til grótrúgvur.
43 Høgru hond óvina hansara hevur Tú gjørt høga, Tú hevur glett allar fíggindar hansara.
47 Hvussu leingi fert Tú at fjala Teg, HARRI? – Í allar ævir? Hvussu leingi skal vreiði Tín loga sum eldur?
48 Minst tó, hvussu stutt lív mítt er, minst tómleikan, ið Tú hevur skapt hvørt menniskjabarn til!
49 – Hvør er maðurin, ið sleppur at liva og fær ikki deyðan at síggja! Hvør bjargar sál síni undan valdi deyðaríkisins! – Sela.
50 HARRI, hvar eru náðiverk Tíni frá forðum, sum Tú við eiði lovaði Dávidi í trúfesti Tíni?
51 HARRI, minst skommina, ið liggur yvir tænarum Tínum, at eg má bera í fanginum spottið frá øllum hinum mongu fólkum,
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul