Sálmarnir kap. 10

Uppsetan
2 Av hugmóði hins gudleysa eru hini ørmu í angist, tey verða fangað í teimum óndu ráðum, hann upphugsar.
3 Tí hin gudleysi reypar av tí, ið sál hansara hevur hug til; tann, ið elskar rán, sigur HARRANUM farvæl, háðar Hann.
4 Hin gudleysi sigur í hugmóði sínum: „Hann heimsøkir ikki!“ „Eingin Gud er!“ – so eru allar hugsanir hansara.
5 Fyritøkur hansara eydnast altíð; langt burtur frá honum – høgt uppi – eru dómar Tínir; hann blæsur eftir øllum fíggindum sínum.
6 Hann sigur í hjartanum: „Eg skal ikki vikast; mann eftir mann skal eg onga neyð koma í!“
7 Muður hansara er fullur av illbønum, sviki og yvirgangi; vanlukka og órættur er undir tungu hansara.
8 Hann liggur og lúrir við bygdirnar; á loyniligum støðum drepur hann hin sakleysa; eygu hansara eru eftir hinum verjuleysa.
9 Hann lúrir á loyniligum staði, sum leyvan, har hon krógvar seg; eftir at grípa hin arma lúrir hann; hann grípur hin arma, dregur hann inn í garn sítt.
11 Hann sigur í hjartanum: „Gud hevur gloymt tað; Hann fjalir ásjón Sína, Hann sær tað aldri!“
14 Tú hevur jú sæð tað; tí Tú skoðar neyð og hjartasorg og tekur tað í hond Tína; Tær upp í hendur gevur hin verjuleysi mál sítt, Tú ert hinum faðirleysa ein hjálpari!
15 Brót sundur arm hins gudleysa, hins ónda, heimsøk gudloysi hansara, so tað er ikki til longur!
16 HARRIN er kongur í aldur og allar ævir; heidningarnir verða oyddir av landi Hansara.
17 Tú hoyrir tað, sum hini eyðmjúku ynskja sær, HARRI, Tú styrkir hjarta teirra, vendir oyrað til
18 – fyri at døma í søk hins faðirleysa og kúgaða. Ikki skal menniskjað, sum er av mold, longur volda ræðslu.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul