Sálmarnir kap. 106

Uppsetan
1 Halleluja! Lovið HARRANUM, tí Hann er góður, náði Hansara varir í allar ævir!
4 Minst meg, HARRI, eftir náði Tíni móti fólki Tínum, vitja meg við frelsu Tíni,
5 so eg fái skoðað lukku útvaldu Tína, glett meg við gleði fólks Tíns, prísað meg lukkuligan við arvi Tínum!
7 Fedrar okkara í Egyptalandi aktaðu ikki eftir undrum Tínum, mintust ikki hinar mongu náðigerningar Tínar, men stóðu hinum Hægsta ímóti við havið, við Reyðahav.
9 Hann hótti Reyðahav, og tað tornaði upp, og Hann leiddi tey um djúpini sum gjøgnum oyðimørk;
10 Hann frelsti tey av hond teirra, sum hataðu tey, og loysti tey av hond fíggindans;
23 Tá ætlaði Hann at forkoma teimum; men Móses, útvaldi maður Hansara, kastaði seg ímillum, fyri ásjón Hansara, at forða fyri, at vreiði Hansara forkom teimum.
38 sakleyst blóð útheltu tey, blóð sona og døtra sína, sum tey ofraðu til gudar Kána’ans; og landið varð vanhalgað av blóði;
40 Tá tendraðist vreiði HARRANS móti fólki Hansara, og arvur Hansara beyð Honum ímóti;
43 Ferð eftir ferð frelsti Hann tey; men tey stríddu ímóti í ráðum sínum og sukku niður í vesaldóm av misgerð síni.
44 Tó vendi Hann sær til teirra, táið tey vóru í neyð, við tað sama sum Hann hoyrdi tey geva seg.
45 – Hann mintist sáttmála Sín, og eftir stóru náði Síni tykti Honum synd í teimum;
46 Hann læt tey finna miskunn hjá øllum teimum, ið høvdu leitt tey burt hertikin.
47 – Frels okkum, HARRI Gud okkara, savna okkum saman frá heidningunum, so vit fáa lovað heilaga navni Tínum, róst okkum av at kunna prísa Tær!
48 Lovaður veri HARRIN Gud Ísraels, frá ævunum til ævirnar! Og alt fólkið sigi: „Amen! Halleluja!“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul