Sálmarnir kap. 78

Uppsetan
1 Songur. Eftir Asaf. Lurta eftir læru míni, fólk mítt, boyggið oyru tykkara til orð muns míns!
4 dylja vit ikki fyri børnum teirra, men siga hinum komandi ættarliði frá heiðuri og veldi HARRANS og frá undrunum, ið Hann hevur gjørt.
5 Hann hevur í Jákupi reist vitnisburð og givið lóg í Ísrael, sum Hann segði við fedrar okkara, at teir skuldu lata børn síni vita,
6 so at komandi ættarlið kundi kenna tað, og børn, ið fødd skuldu verða, kundu stíga fram og siga børnum sínum frá tí
8 og ikki bregða til fedrarnar, sum vóru ólýðin ætt, ið setti seg ímóti Gudi, ætt, ið ikki gjørdi hjarta sítt fast, men sum í anda sínum var Gudi ótrúgv.
15 Hann kleyv klettar í oyðimørkini og gav teimum ríkliga at drekka sum av stórum streymum;
17 Men tey syndaðu móti Honum við sama lagi og stóðu hinum Hægsta ímóti í oyðimørkini;
20 Klettin sló Hann, so vatn rann út, og løkir streymaðu; man Hann eisini kunna geva breyð, man Hann kunna fáa fólki Sínum kjøt!“
21 Hetta hoyrdi HARRIN, og Hann varð vreiður, eldur tendraðist móti Jákupi, ja, vreiði reisti seg móti Ísrael,
31 reistist vreiði Guds móti teimum, og Hann drap sterku menn teirra, sló niður unglingar Ísraels.
35 mintust, at Gud var klettur teirra, og at Gud hin hægsti var tann, ið loysti tey út.
37 hjørtu teirra hildu ikki fast við Hann, og tey vóru ikki sáttmála Hansara trúgv.
38 Men Hann, Hann er miskunnsamur, Hann fyrigevur misgerð og oyðir ikki; ferð eftir ferð stillaði Hann vreiði Sína og slepti ikki alla bræði Sína leysa;
40 Hvussu mangan stóðu tey ikki Honum ímóti í oyðimørkini, voldu Honum sorg á hinum oydnu støðum!
44 táið Hann gjørdi áir teirra til blóð, so tey fingu ikki drukkið úr rennandi vøtnum sínum,
45 táið Hann sendi mýggjabitar ímóti teimum at eta tey, og froskar, sum oyddu tey,
47 táið Hann sló víntrø teirra niður við heglingi, morberjatrø teirra við heglingssteinum,
49 – Hann slepti brennandi vreiði Sína leysa móti teimum, sinnismun, bræði og neyð, skara av vanlukkueinglum.
50 Hann breyt vreiði Síni veg, spardi ikki sál teirra frá deyðanum, gav pestini lív teirra.
51 Allar hinar frumbornu í Egyptalandi sló Hann, frumgróðurin av kraftini í tjøldum Kams.
52 Og Hann læt fólk Sítt fara avstað sum seyðaflokk, leiddi tey sum fylgi í oyðimørkini,
54 Hann leiddi tey til heilaga land Sítt, til fjallið, ið høgra hond Hansara hevði vunnið;
55 Hann rak burtur fólkasløg fyri teimum og læt land teirra falla teimum í lut sum arv, læt ættir Ísraels búgva í tjøldum teirra.
56 Og tó freistaðu tey Gud hin hægsta og stóðu Honum ímóti, tey løgdu ikki í vitnisburðir Hansara;
57 tey fullu frá og vóru trúleys – sum fedrar teirra – vendu við sum bogi, ið svíkur;
58 tey vaktu vreiði Hansara við offurheyggjum sínum, eggjaðu Hann við avgudum sínum.
60 Hann fór úr bústaði Sínum í Silo, tjaldinum, ið Hann hevði reist Sær millum menniskjuni;
61 Hann læt styrki Sína verða leidda burtur sum fangar, gav prýði Sítt í fíggindahond,
69 Og Hann reisti halgidóm Sín høgan sum himmalin, fastan sum jørðina, ið Hann hevur grundfest í allar ævir.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul