Sálmarnir kap. 37

Uppsetan
3 Lít á HARRAN og ger tað, ið gott er, verð verandi í landinum og legg teg eftir trúskapi!
6 Hann skal lata rættvísi tína koma fram sum ljósið, rætt tín sum middagsljósið.
7 Ver stillur fyri HARRANUM og bíða eftir Honum! Ilskast ikki um tann, ið hevur eydnu á vegi sínum, um tann mann, ið upphugsar svikaráð!
8 Halt teg frá vreiði, lat illsinni fara, ver ikki ov bráður – av tí stendst einki uttan ilt!
10 Um lítla stund – so er hin gudleysi ikki til; hyggur tú, hagar hann var, so er hann burtur.
14 Hinir gudleysu draga svørðið og spenna bogan at fella hin arma og fátæka, og gera av við tey, ið sannhjartað ferðast;
16 Betri er tað sindrið, ið hin rættvísi hevur, enn ríkidømið hjá nógvum gudleysum;
18 HARRIN kennir dagar hinna ólastandi, og arvur teirra skal verða til ævigar tíðir;
20 Tí hini gudleysu ganga til grundar; fíggindar HARRANS eru sum blómurnar, ið klæða vøllin so fagurt – tey hvørva, hvørva sum roykur.
22 tí tey, ið Hann signar, skulu arva landið, men tey, ið Hann bannar, verða avskorin.
25 Eg havi verið ungur og eri vorðin gamal; men ikki havi eg sæð hin rættvísa vinaleysan ella avkom hansara leita eftir breyði.
26 Allan dagin ger hann miskunn og lænir frá sær, og avkom hansara verður til signing.
28 Tí HARRIN elskar rætt og svíkur ikki heilagu Síni; til ævigar tíðir verða tey hildin uppi; men avkom hinna gudleysu verður týnt.
33 men HARRIN gevur hann ikki í hendur hansara og dómfellir hann ikki, táið hann verður dømdur.
34 Bíða eftir HARRANUM og halt teg á vegi Hansara! So skal Hann seta teg høgt, so tú arvar landið; tú skalt síggja, hvussu hini gudleysu verda týnd.
35 Eg sá gudleysan, ið stóð stinnur í megi síni; hann breiddi seg sum grønt træ, ið er væl rótfest;
36 men táið eg so seinni kom framvið har, var hann burtur, og eg leitaði eftir honum, men hann var ikki at finna.
37 Akta eftir hinum lýtaleysa, og hygg á hin sannhjartaða! Tí friðarmaður hevur framtíð;
38 men lógbrotsmenn skulu verða týndir allir samlir, framtíð hinna gudleysu verður skorin av.
39 Frelsa hinna rættvísu kemur frá HARRANUM, sum er sterka vernd teirra á neyðarstund.
40 HARRIN hjálpir teimum og fríar tey; Hann fríar tey frá hinum gudleysu og frelsir tey – tí tey hava søkt sær skjól hjá Honum.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul