Sálmarnir kap. 60

Uppsetan
2 Ta ferðina hann bardist við Áram-Naharajim og Áram-Zoba, og Jóab kom aftur og vann sigur á Edomitum í Saltdali, 12000 monnum.
3 Gud! Tú hevur koyrt okkum frá Tær, Tú hevur brotið okkum sundur, Tú vart illur – vend Tær aftur til okkara!
4 Tú hevur rist jørðina, fingið hana at rivna; grøð nú brestir hennara, tí hon riðar!
5 Tað er hart, ið Tú hevur latið fólk Títt síggja, Tú skonkti okkum vín, so vit sløðraðu.
6 Men teimum, ið óttast Teg, hevur Tú givið hermerki, sum tey kunnu flýggja til undan boganum. – Sela.
7 Fyri at tey, ið Tú elskar, kunnu verða frelst, so hjálp nú við høgru hond Tíni og bønhoyr okkum!
8 Gud hevur talað í halgidómi Sínum; eg skal gleðast; eg skal skifta Sikem, mála upp Sukkotsdal.
9 Mær hoyrir Gilead til, mær hoyrir Manasse til; Efraim er høvdi mínum verja, Juda er veldisstavur mín;
10 Móab er vaskifat mítt, á Edom kasti eg skógv mín, rópa hart av gleði um meg, Filistaraland!
12 Man tað ikki vera Tú, Gud, Tú, sum koyrdi okkum frá Tær og fórt ikki út við herum okkara, Gud!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul