Sálmarnir kap. 108

Uppsetan
5 tí náði Tín røkkur líka upp til himmals, trúfesti Tín líka upp í skýggini.
7 Fyri at tey, ið Tú elskar, kunnu verða frelst, so hjálp við høgru hond Tíni og bønhoyr okkum!
8 Gud hevur talað í halgidómi Sínum; eg skal gleðast; eg skal skifta Sikem, eg skal mála upp Sukkotsdal;
9 mær hoyrir Gilead til, mær hoyrir Manasse til; Efra’im er høvdi mínum verja, Juda er veldisstavur mín;
10 Móab er vaskifat mítt, á Edom kasti eg skógv mín, um Filistaraland fegnist eg.
12 Man tað ikki vera Tú, Gud, Tú, sum koyrdi okkum frá Tær og fórt ikki út við herum okkara, Gud!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul