Sálmarnir kap. 18

Uppsetan
1 Til songmeistaran. Eftir tænara HARRANS Dávid. Hann sang HARRANUM henda song, tann dag HARRIN hevði bjargað honum úr hondum alra fígginda hansara og Sauls.
3 HARRIN er klettur mín, skansi mín, frelsari mín; Gud mín er klettur mín, sum eg søki mær skjól hjá, skjøldur mín, frelsuhorn mítt, borg mín!
7 Men í neyð míni ákallaði eg HARRAN og rópti til Gud mín; Hann hoyrdi í templi Sínum rødd mína, og róp mítt náddi til Hansara, kom fyri oyru Hansara.
8 Tá nøtraði jørðin og skalv, grundvøllir fjallanna ristust, teir skakaðust – tí vreiði Hansara tendraðist.
9 Roykur gekk út úr nøs Hansara, oyðandi eldur úr munni Hansara, gløður brendu út úr Honum.
13 Úr ljómanum fyri andliti Hansara fóru skýggj Hansara fram, heglingur og eldsgløður.
14 HARRIN tornaði av himli, hin Hægsti læt rødd Sína ljóða – hegling og eldsgløður.
15 Hann skeyt pílar Sínar og spjaddi teir,* snarljós í mongd og loypti ræðslu á teir.
16 Tá kom botnur vatnanna undan, grundvøllir jarðarinnar lógu berir – fyri hóttan Tíni, HARRI, fyri vreiðiblástri Tínum.
18 bjargaði mær undan sterka fígginda mínum og undan teimum, ið hataðu meg – teir vóru mær ov sterkir.
20 Hann leiddi meg út, hagar sum rúmt var, Hann frelsti meg, tí Hann hevði yndi til mín.
21 HARRIN gjørdi við meg eftir rættvísi míni, Hann lønti mær, aftur fyri at hendur mínar vóru reinar.
25 Og HARRIN lønti mær eftir rættvísi míni, Hann hevði fyri eyga, at hendur mínar vóru reinar.
31 Vegur Guds er fullkomin, orð HARRANS er reint, Hann er øllum teimum skjøldur, sum søkja sær skjól hjá Honum.
36 Tú gevur mær frelsu Tína til skjøld, høgra hond Tín styðjar meg, lítillæti Títt ger meg stóran.
38 Eg elti fíggindar mínar og fái teir aftur, vendi ikki við aftur, fyrrenn eg havi gjørt enda á teimum.
39 Eg slái teir niður, so teir eru ikki mentir at reisa seg, men liggja falnir undir fótum mínum.
44 Tú frelsir meg frá fólkaófriði, setur meg til høvd heidninganna; fólkasløg, sum eg kenni ikki, tæna mær.
49 frelsir meg frá fíggindum mínum! Ja, Tú lyftir meg høgt yvir teir, sum standa mær ímóti, bjargar mær undan yvirgangskroppum!
51 Tú, sum gevur kongi Tínum stóran sigur og vísir hinum salvaða Tínum náði, Dávidi og ætt hansara, í allar ævir!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul