Sálmarnir kap. 68

Uppsetan
2 Gud reisist; fíggindar Hansara spjaðast sundur, og teir, ið hata Hann, flýggja fyri ásjón Hansara.
3 Sum roykur rekur burtur, rekur Tú teir burtur; sum vaks bráðnar í eldi, ganga hini gudleysu til grundar fyri ásjón Guds.
5 Syngið fyri Gudi, lovsyngið navni Hansara, gerið veg fyri Honum, sum fer fram í oyðimørkunum – HARRIN er navn Hansara – og fegnist fyri ásjón Hansara!
7 Gud gevur hinum einsligu hús, leiðir fangar út til lukku; men tey, sum ólýðin eru, búgva í turrum landi.
8 Gud! Táið Tú fórt út, á odda hjá fólki Tínum, táið Tú gekst fram í oyðimørkini – sela –
9 tá skalv jørðin, og himlarnir dryppaðu fyri ásjón Guds, ja, Sinai skalv fyri ásjón Guds, Guds Ísraels.
10 Regn í streymum lætst Tú falla, Gud; arvalut Tín, sum máttleysur var, styrkti Tú!
11 Fólk Títt búsettist í landinum; í góðsku Tíni gjørdi Tú hinum arma tað til, Gud!
13 Kongar yvir herum flýggja, teir flýggja; og hon, ið heima við hús situr, skiftir sundur herfong.
14 Táið tit liggja millum fæstikini, er tað sum silvurlagdir dúvuveingir og veingjafjaðrar við grønligum gullglansi.
17 Tit fjøll við nógvum tindum, hví hyggja tit við øvund á fjallið, ið Gud hevur útvalt Sær til bústað! HARRIN skal eisini búgva har í allar ævir!
18 Vagnar Guds eru í tíggjutúsundtali, túsund og aftur túsund; Harrin er ímillum teirra, Sinai er í halgidóminum.
19 Tú fórt upp á hæddina, leiddi burtur fangar, tókst gávur millum menniskjuni, eisini millum teirra, sum ólýðin eru, so Tú kundi búgva har, HARRI Gud!
20 Lovaður veri HARRIN dag eftir dag! Verða byrðar lagdar á okkum, er Gud frelsa okkara. – Sela.
22 Ja, Gud sorar høvd fígginda Sína, hviril hansara, sum gongur í syndaskyld síni.
23 HARRIN sigur: „Eg taki tey heimaftur úr Basan, úr djúpi havsins taki Eg tey heimaftur,
24 so fótur tín kann vaða í blóði, tungurnar í hundum tínum fáa part í fíggindunum.“
25 Tey síggja sigursferð Tína, Gud, sigursferð Guds míns, kongs míns, inn í halgidómin.
26 Undan ganga sangarar, eftir koma hørpuspælarar, mitt ímillum ungar gentur, ið sláa trummu.
28 – Har er Benjamin, hin yngsti – sum er harri teirra – høvdingar Juda við skara sínum, høvdingar Zebulons, høvdingar Naftali.
31 Hótt at dýrinum í sevinum, at tarvaflokkinum við kálvunum – fólkunum – so tey eyðmjúkt kasta seg niður fyri Tær við silvurstykkjum! – Hann spjaðir fólkini, ið hava hug til stríð.
32 Veldigir skulu koma úr Egyptalandi, Etiopia skal skunda sær higar til Gud við gávum í hondunum.
34 Honum, sum fer fram í Himlum Himla, hinum eldgomlu! Ja, Hann letur ljóða rødd Sína, veldiga rødd.
35 Gevið Gudi mátt! Yvir Ísrael er dýrd Hansara, og máttur Hansara er í skýggjunum.
36 Øgiligur ert Tú, Gud, í halgidómum Tínum! Gud Ísraels, Hann gevur fólkinum mátt og megi. Lovaður veri Gud!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul