Sálmarnir kap. 146

Uppsetan
2 Eg skal lova HARRANUM, so leingi sum eg livi, eg skal lovsyngja Gudi mínum, so leingi sum eg eri til.
3 Setið ikki lít tykkara til høvdingar, til menniskjabarn, sum ikki er ment at hjálpa!
4 Andi hansara fer út, og hann verður mold aftur; sama dag er úti við hugsanum hansara.
5 Sælur er tann, hvørs hjálp er Gud Jákups, hvørs vón stendur til HARRAN Gud hansara,
6 Hann, sum skapti himmal, jørð, hav, og alt, sum teimum er í, Hann, sum er trúfastur til ævigar tíðir,
7 Hann, sum ger, at kúgað fáa rætt, sum gevur svongum breyð! HARRIN loysir hini bundnu,
8 HARRIN letur upp eygu hinna blindu, HARRIN reisir upp tey, ið niðurboygd eru, HARRIN elskar hini rættvísu,
9 HARRIN varðar fremmand, heldur faðirleysum og einkjum uppi; men gudleys letur Hann fara villar vegir.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul