Sálmarnir kap. 80

Uppsetan
2 Lurta eftir, Tú hirði Ísraels, Tú, ið leiðir Jósef sum fylgi! Tú, sum situr uppi yvir kerúbunum, opinbera Teg í dýrd!
3 Vek upp veldi Títt at ganga undan Efra’im, Benjamin og Manasse, og kom okkum til hjálpar!
5 HARRI Gud, Gud herskaranna, hvussu leingi fert Tú at vera vreiður, tó at fólk Títt biður?
8 Gud, Gud herskaranna, hjálp okkum aftur á føtur, lat andlit Títt lýsa, so verða vit frelst!
13 – Hví hevur Tú rivið niður garðarnar um tað, so hvør ferðamaður hentar av tí?
15 – Gud, Gud herskaranna, kom aftur, hygg niður av himli og síggj, tak Tær av hesum víntræi,
17 Tað er brent í eldi, tað er umhøgt; av hóttan andlits Tíns ganga tey til grundar.
18 Halt hond Tína yvir manninum, ið er við høgru hond Tína, yvir menniskjasyninum, ið Tú hevur útvalt Tær!
20 HARRI Gud, Gud herskaranna, hjálp okkum aftur á føtur, lat andlit Títt lýsa, so verða vit frelst!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul