Sálmarnir kap. 99

Uppsetan
1 HARRIN hevur víst, at Hann er kongur, fólkini skelva; Hann situr uppi yvir kerúbunum, jørðin piprar.
4 Og í styrki Síni elskar kongurin tað, ið rætt er; Tú hevur grundfest rættvísi, Tú hevur gjørt rætt og rættferð í Jákupi.
5 Hálovið HARRANUM Gudi okkara, og kastið tykkum niður fyri fótaskamli Hansara – heilagur er Hann!
6 Móses og Áron vóru millum prestar Hansara, og Sámuel millum teir, ið ákallaðu navn Hansara; teir róptu til HARRAN, og Hann svaraði teimum.
7 Í skýstólpanum talaði Hann við teir; teir hildu vitnisburð Hansara og lógina, ið Hann gav teimum.
8 HARRI Gud okkara! Tú svaraði teimum; Tú vart teimum Gud, sum fyrigavst teimum, men eisini hevnari yvir gerðir teirra.
9 – Hálovið HARRANUM Gudi okkara, og kastið tykkum niður fyri heilaga fjalli Hansara! Tí heilagur er HARRIN Gud okkara.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul