Sálmarnir kap. 112

Uppsetan
1 Halleluja! Sælur er tann, ið óttast HARRAN og hevur stóru gleði sína í boðum Hansara.
2 Avkom hansara verður mektigt á jørðini; ætt hinna sannhjartaðu verður signað.
3 Góðs og ríkidømi eru í húsi hansara, og rættvísi hansara stendur føst í allar ævir.
4 Hinum sannhjartaða rennur upp ljós í myrkrinum, honum, sum náðigur, miskunnsamur og rættvísur er.
5 Sælur er tann, ið vísir miskunn og lænir; hann heldur søk síni uppi í rættinum;
7 hann óttast ikki fyri ringum tíðindum, hjarta hansara er støðugt, tað lítur á HARRAN;
8 fast er hjarta hansara og óttaleyst, inntil hann við gleði skoðar fíggindar sínar.
9 Hann stroyddi út, hann gav fátækum; rættvísi hansara stendur føst í allar ævir, horn hansara verður lyft upp við heiðuri.
10 Hin gudleysi sær tað og harmast; hann gríslar tenn og tærist burtur; tað, ið gudleys tráa eftir, kemur upp í einki.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul