Sálmarnir kap. 22

Uppsetan
2 Gud Mín, Gud Mín, hví ert Tú farin frá Mær? Langt burtur er frelsa Mín, tóat Eg rópi um hjálp.
3 Gud Mín! Eg rópi um dagin, og Tú svarar ikki, um náttina við – og finni onga hvíld.
9 „Kasta tað á HARRAN! Hann frelsi Hann, Hann bjargi Honum, táið Hann hevur slíkan tokka til Hansara!“
10 Ja, Tú ert tann, sum dró Meg út úr móðurlívi, sum lætst Meg hvíla trygt við móðurbróst.
15 Eg eri sum vatn, ið verður stoytt niður, allir liðir Mínir fara sundur; hjarta Mítt er vorðið sum vaks, tað bráðnar í brósti Mínum.
16 Máttur Mín er tornaður upp sum pottabrot, tungan loðar føst í gómum Mínum, og Tú leggur Meg niður í dust deyðans.
17 Tí hundar standa rundan um Meg, hinir óndu í hópatali sláa ring um Meg; teir hava stungið Meg ígjøgnum hendur og føtur.
20 Men Tú HARRI, ver ikki langt burtur, styrki Mín, skunda Tær at koma Mær til hjálpar!
22 Frels Meg úr leyvugapinum – ja, Tú bønhoyrir Meg og bjargar Mær undan hornum villtarvsins!
24 Tit, ið óttast HARRAN, lovið Honum! Ær Hann, øll ætt Jákups, hav ótta fyri Honum, øll ætt Ísraels!
25 Tí Hann vanvirdi ikki og skýggjaði ikki armóð hins arma, fjaldi ikki andlitið fyri Honum, men hoyrdi, táið Hann rópti til Hansara.
26 Frá Tær kemur lovsongur Mín í stórari samkomu; lyfti Míni skal Eg halda, fyri eygum teirra, ið óttast Hann.
27 Hini eyðmjúku skulu eta og verða mett; tey, ið søkja HARRAN, skulu lova Honum, ja, hjarta tykkara skal liva í allar ævir.
28 Allir endar jarðarinnar skulu minnast tað og venda við til HARRAN, allar ættir fólkanna skulu tilbiðja fyri ásjón Tíni.
30 Ja, allir stórmenn jarðarinnar skulu eta og tilbiðja; fyri ásjón Hansara skulu tey boyggja knæ, øll, sum fara niður í dustið, og tann, ið ikki kann halda sál síni á lívi.
31 Honum skulu eftirkomararnir tæna; frá HARRANUM skal verða sagt ættarliðinum, ið kemur.
32 Tey skulu stíga fram og kunngera rættvísi Hansara fyri fólkinum, ið føtt verður – hvat Hann gjørdi!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul