Sálmarnir kap. 59

Uppsetan
1 Til songmeistaran. Spill ikki! Eftir Dávid. Songur. Táið Saul sendi menn, ið skuldu halda vakt um húsið, til at drepa hann.
2 Gud mín, bjarga mær frá fíggindum mínum, verj meg móti teimum, ið reisa seg móti mær!
4 Tí Tú sært, at teir lúra eftir sál míni; sterkir menn taka seg saman móti mær, uttan at misbrot ella synd er hjá mær, HARRI!
5 Uttan at eg havi misbrotið meg, renna teir fram og gera seg til at leypa á. Vakna og kom ímóti mær – hygg!
6 Ja, Tú, HARRI Gud herskaranna, Gud Ísraels, vakna og heimsøk allar heidningar, vís ongum av hesum trúleysu níðingum náði! – Sela.
8 Orðastreymur gongur teimum av munni, svørð er á vørrum teirra, tí „hvør man hoyra tað!“
11 Gud mín kemur ímóti mær við náði Síni, Gud skal lata meg hyggja við gleði á teir, ið elta meg.
12 Drep teir ikki, fyri at fólk mítt skal ikki gloyma tað, nei, lat teir rekast um fyri veldi Tínum, og slá teir niður, Tú Harri, skjøldur okkara!
13 Hvørt orð á vørrum teirra er synd í munni teirra; lat teir tá koma fastar í hugmóð sítt, aftur fyri illbønirnar og lygnirnar, ið teir tala!
14 Ger í vreiði enda á teimum, ger enda á teimum, so teir eru ikki til longur, og lat tey sanna líka at endum jarðarinnar, at Gud er tann, sum ræður í Jákupi! – Sela.
16 Teir reika um eftir onkrum at eta; verða teir ikki mettir, verða teir verandi alla náttina.
17 Men eg, eg syngi um styrki Tína, um morgunin skal eg fegnast um náði Tína, tí Tú ert borg mín og skjól mítt, tann dag eg eri í neyð.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul