Sálmarnir kap. 21

Uppsetan
2 HARRI, kongurin gleðist um veldi Títt – hvussu stórliga frøist hann ikki um frelsu Tína!
3 Tað, ið hjarta hansara ynskti sær, gavst Tú honum; tað, ið varrar hansara bóðu um, sýtti Tú honum ikki. – Sela.
4 Við signing og lukku komst Tú ímóti honum, setti krúnu av gulli á høvd hansara.
7 Ja, Tú letur hann verða til signing í allar ævir, Tú frøir hann við gleði fyri ásjón Tíni.
9 Hond Tín skal finna allar fíggindar Tínar, høgra hond Tín skal ráma allar teir, ið hata Teg.
10 Tú skalt gera teir sum gløðandi ovn, táið Tú vísir ásjón Tína, HARRIN skal gloypa teimum í vreiði Síni, eldur skal oyða teir!
11 Tú skalt týna ávøkst teirra av jørðini, avkom teirra millum menniskjabørnini.
12 Tí Tær royna teir at volda ilt, teir hava upphugsað ónd ráð – men teir skulu einki vera mentir!
14 Reis Teg, HARRI, í veldi Tínum! Vit skulu syngja um stórverk Títt og prísa tí!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul