Sálmarnir kap. 17

Uppsetan
1 Bøn. Eftir Dávid. HARRI, hoyr rættvíst málevni, lurta eftir sorgarrópi mínum, læn bøn míni oyra – hon kemur ikki av følskum vørrum!
3 Tú hevur roynt hjarta mítt, vitjað tað um náttina, Tú hevur rannsakað meg – Tú fanst einki; muður mín víkur ikki frá tonkum mínum!
4 Hvat so menniskjuni gera, havi eg, eftir orði varra Tína, varðað meg fyri leið yvirgangsmansins.
6 So rópi eg nú til Tín, tí Tú, Gud, skalt svara mær! Boygg oyrað til mín, hoyr orð míni!
7 Vís undurfullu náði Tína, Tú, sum við høgru hond Tíni frelsir tey, ið søkja sær skjól hjá Tær, frá fíggindum teirra!
9 – fyri hinum gudleysu, ið ætla at oyða meg, glúpsku fíggindum mínum, ið kringseta meg!
11 Nú eru teir rundan um meg, hvar vit so fara; teir miða eftir mær fyri at fella meg til jarðar;
12 ja, hesin er líkur leyvu, ið stundar eftir at skræða sundur, ungari leyvu, ið liggur og lúrir!
13 Reis Teg, HARRI, far ímóti honum, slá hann til jarðar, bjarga við svørði Tínum sál míni frá hinum gudleysa,
14 frá menniskjunum, HARRI, við hond Tíni, frá menniskjum heimsins, sum hava lut sín í lívinum, og hvørja búk Tú fyllir við skattum Tínum, sum hava nógvar synir og lata yvirflóð sína eftir til børnini!
15 – Men eg skal í rættvísi skoða ásjón Tína; eg skal, táið eg vakni, mettast av at síggja Teg!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul