Sálmarnir kap. 141

Uppsetan
1 Sálmur. Eftir Dávid. HARRI, eg rópi til Tín! Skunda Tær til mín, lurta eftir rødd míni, nú eg rópi til Tín!
2 Lat bøn mína verða roknaða sum roykoffur fyri ásjón Tíni, upplyftu hendur mínar sum kvøldoffur!
4 Lat ikki hjarta mítt fara av leið til nakað ilt, at gera gudleysar gerðir saman við monnum, ið gera órætt, og lat meg ikki eta av góðgæti teirra!
5 Nei, lat rættvísan sláa meg í kærleika og revsa meg! Ikki vísi høvd mítt slíkum høvuðsmyrsli frá sær! Um tað so varir við, seti eg kortini bøn mína móti óndskapi teirra.
6 Dómarar teirra skulu verða omanstoyttir av fjallinum, og tá skal fáast at hoyra, at orð míni vóru yndislig.
7 Sum táið jørðin verður pløgd í foyrur, liggja bein okkara spjadd um fyri durum deyðaríkisins.
8 Tó, eygu míni eru vend til Tín, HARRI Harri, hjá Tær søki eg mær skjól – gev ikki sál mína til rán!
9 Varða meg fyri felluni, ið teir seta fyri meg, og fyri snerrum teirra, ið gera órætt!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul