Sálmarnir kap. 62

Uppsetan
4 Hvussu leingi ætla tit allir at herja á ein mann, bróta hann niður sum hallandi múr, sum vegg, ið stendur á lopi?
5 Alt, ið teir ráðleggja um, er at stoyta honum úr stórleika hansara; teir elska lygn; við munninum signa teir, men í hjartanum banna teir. – Sela.
9 Lítið á Hann altíð, tit fólkini, hellið út hjarta tykkara fyri Honum! Gud er skjól okkara. – Sela.
10 Berur tómleiki eru menniskju, lygn eru mannasynirnir; vektskálin fer upp við teimum, teir eru tómleiki, allir sum teir eru!
11 Lítið ikki á rán, setið ikki tóma vón á rænt góðs! Um ríkdómurin veksur – setið ikki hjartað til tað!
12 Eina ferð hevur Gud sagt, ja, tvær ferðir havi eg hoyrt hetta – at styrkin er Guds.
13 Og náði er hjá Tær, Harri, tí Tú lønir einum og hvørjum eftir verkum hansara!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul