Sálmarnir kap. 51

Uppsetan
3 Gud, ver mær náðigur eftir góðsku Tíni, strika út brot míni eftir stóru miskunn Tíni!
6 Móti Tær er tað, eg havi syndað, eina móti Tær, og tað, sum ónt er í eygum Tínum, havi eg gjørt – fyri at Tú skalt standa rættvísur, táið Tú talar, vera reinur, táið Tú dømir.
8 Tú elskar jú sannleik innast í hjartanum – so lær meg tá vísdóm í hjartadýpinum!
9 Reinsa meg við isopi frá synd, so eg verði reinur, tváa meg, so eg verði hvítari enn kavi!
10 Ger, at eg fái at hoyra frøi og gleði, lat beinini, ið Tú hevur sorað sundur, fegnast!
16 Fría meg frá blóðskyld, Gud, Frelsugud mín – so skal tunga mín fegnast um rættferð Tína!
18 Tí Tær líkar ikki sláturoffur – annars hevði eg givið Tær tað – brenniofrum tekur Tú ikki við;
19 offur til Gud er sundurbrotin andi; sundurbrotið, sundursorað hjarta vanvirðir Tú ikki, Gud!
21 Tá skal Tær toknast røtt offur, brennioffur og heiloffur, tá skulu tarvar verða ofraðir á altari Tínum.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul