Sálmarnir kap. 74

Uppsetan
1 Songur. Eftir Asaf. Hví, Gud, hevur Tú so heilt koyrt okkum frá Tær? Hví rýkur vreiði Tín móti fylginum, ið Tú røktar?
2 Minst samkomu Tína, sum Tú vanst Tær í forðum, sum Tú loysti út at vera arvaætt Tína, Zionsfjall, sum Tú býrt á!
3 Stíg upp til hinar ævigu toftir! Øllum hevur fíggindin forkomið í halgidóminum.
4 Fíggindar Tínir hava brølað mitt í samkomuhúsi Tínum, teir hava sett merki síni upp til merki.
7 Á halgidóm Tín settu teir eld; líka í grund hava teir vanhalgað bústað navns Tíns.
8 Teir hava sagt í hjartanum: „Vit skulu forkoma teimum øllum somlum!“ – Teir hava brent øll samkomuhús Guds í landinum.
9 Merki okkara, tey síggja vit ikki; eingin profetur er longur; her er eingin, ið veit, hvussu leingi hetta verður.
10 Hvussu leingi, Gud, skal mótstøðumaðurin háða, fíggindin vanvirða navn Títt? – Í allar ævir?
11 Hví heldur Tú hond Tíni aftur, høgru hond Tíni? Tak hana úr barminum og forkom teimum!
14 Tú soraði høvd Livjatans, Tú lætst fólkið í oyðimørkini fáa hann til føði.
18 Minst hetta: Fíggindin hevur háðað HARRAN, fólk av dárum hevur vanvirt navn Títt!
19 Gev ikki villdýrinum sál turtildúvu Tínar, gloym ikki í allar ævir lívið í hinum ørmu Tínum!
21 Lat ikki hin kúgaða venda aftur við skomm, lat hin arma og fátæka lova navni Tínum!
22 Reis Teg, Gud, barst fyri søk Tína, minst til, at Tú verður háðaður av dáranum líðilangan dagin!
23 Lat ikki róp fígginda Tína óansað, gangin frá mótstøðumonnum Tínum, sum aldri helmar í!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul