Sálmarnir kap. 57

Uppsetan
1 Til songmeistaran. Spill ikki! Eftir Dávid. Songur. Táið hann flýddi undan Saul og var í hellinum.
2 Ver mær náðigur, Gud, ver mær náðigur! Tí hjá Tær søkir sál mín sær skjól, í veingjaskugga Tínum søki eg mær lívd, inntil vanlukkan er av!
4 Hann sendir hjálp úr Himli og frelsir meg, táið eg verði háðaður av teimum, ið liggja mær eftir lívinum – sela – Gud sendir náði og trúfesti Sína.
5 Sál mín er mitt ímillum leyvur; eg má liggja millum teir, ið goysa eld, millum menniskju, ið hava spjót og pílar til tenn og hvast svørð til tungu.
7 Teir hava lagt net fyri føtur mínar – sál mín er niðurboygd; teir grava grøv framman fyri meg – men teir falla sjálvir í hana! – Sela.
8 Hjarta mítt er støðugt, Gud, hjarta mítt er støðugt, eg skal syngja og lovprísa!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul