Sálmarnir kap. 138

Uppsetan
1 Eftir Dávid. Eg prísi Tær av øllum hjarta mínum, fyri eygum gudanna syngi eg Tær lov.
2 Eg tilbiði, vendur móti heilaga templi Tínum, og meir enn øllum prísi eg navni Tínum fyri náði og trúfesti Tína; tí dýrt hevur Tú gjørt orð Títt, meir enn alt navn Títt.
3 Tann dag eg rópti, svaraði Tú mær; Tú gjørdi meg hugreystan, og sál mín fekk styrki.
4 Allir kongar á jørðini skulu prísa Tær, HARRI, táið teir fáa at hoyra orðini av munni Tínum.
6 Tí HARRIN er høgur, men Hann vendir eygað til tann, ið lítið hevur at týða, og hin stolta kennir Hann langan veg.
7 Um so leið mín liggur mitt ígjøgnum neyð – Tú heldur mær á lívi; móti vreiði fígginda mína rættir Tú út hondina, og høgra hond Tín frelsir meg.
8 HARRIN skal fullføra verk Sítt fyri meg. – HARRI, náði Tín varir í allar ævir – gev ikki upp handaverk Títt!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul