Sálmarnir kap. 101

Uppsetan
1 Eftir Dávid. Sálmur. Um náði og rætt skal eg syngja; Tær, HARRI, skal eg lovsyngja.
2 Eg skal akta eftir leið hins sakleysa; nær fert Tú at koma til mín? – Eg skal ganga í sakloysi hjartans í húsi mínum.
3 Ikki seti eg mær nakað níðingsverk fyri; at gera lógbrot hati eg; slíkt skal ikki sita á mær;
5 tann, ið baktalar næsta sín í loyndum, oyði eg; tann, ið hevur stolt eygu og hugmóðigt hjarta, toli eg ikki;
6 eygu míni hyggja eftir hinum trúføstu í landinum; tey skulu búgva hjá mær; tann, ið gongur leið hins sakleysa, skal vera tænari mín;
7 eingin, ið ger svik, skal búgva í húsi mínum; eingin, ið gongur við lygn, skal verða standandi fyri eygum mínum.
8 Hvønn morgun forkomi eg øllum gudleysum í landinum og oyði soleiðis úr staði HARRANS øll tey, sum gera órætt.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul