Sálmarnir kap. 107

Uppsetan
5. Book 5
107:1-150:6
3 og sum Hann hevur savnað úr londunum, eystaneftir og vestaneftir, norðaneftir og frá havinum.
8 Tey skulu takka HARRANUM fyri náði Hansara, fyri undurverk Hansara móti menniskjabørnunum;
12 tí boygdi Hann hjarta teirra við vanlukku; tey fullu, og eingin var, sum hjálpti.
15 Tey skulu takka HARRANUM fyri náði Hansara, fyri undurverk Hansara móti menniskjabørnunum;
17 Tey vóru dárar og vórðu plágað fyri syndigu vegir sínar og misgerðir sínar;
21 Tey skulu takka HARRANUM fyri náði Hansara, fyri undurverk Hansara móti menniskjabørnunum,
26 teir fóru upp móti himli, teir fóru niður í djúpið, sál teirra misti mótið í vanlukkuni;
30 glaðir vórðu teir, tí av stilti, og Hann leiddi teir til havnina, ið teir tráaðu eftir.
31 Teir skulu takka HARRANUM fyri náði Hansara, fyri undurverk Hansara móti menniskjabørnunum,
32 hálova Honum, har sum fólkið kemur saman, og prísa Honum, har sum hinir elstu sita.
40 Hann hellir út vanvirðing yvir høvdingar og letur teir villast í vegleysari oyðimørk.
41 Men Hann lyftir hin fátæka upp úr vesaldóminum og letur ættirnar nørast sum seyðafylgi.
42 Hini sannhjartaðu síggja tað og gleðast, men allur óndskapur letur munnin saman.
43 – Tann, ið vísur er, hann gevi hesum gætur og leggi sær á hjarta náðiverk HARRANS!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul