Sálmarnir kap. 139

Uppsetan
3 Tú hevur greiði á, hvar eg gangi ella liggi, og allar vegir mínar kennir Tú gjølla.
4 Tí áðrenn orðið er til á tungu míni – ja, tá veitst Tú tað til fulnar, HARRI!
5 Aftanfrá og frammanfrá heldur Tú tvørtur um meg, og Tú leggur hond Tína á meg.
8 Fari eg upp til Himmals, so ert Tú har, og reiði eg mær legu í deyðaríkinum – ja, so ert Tú har;
11 Og sigi eg: „Myrkrið skal fjala meg, ljósið rundan um meg skal verða nátt!“
12 so er heldur ikki myrkrið Tær myrkt, og náttin er bjørt sum dagurin, myrkrið er sum ljósið.
14 Eg takki Tær, at eg eri virkaður so ómetaliga undurfult; undurfull eru verk Tíni, tað veit sál mín til fulnar.
15 Bein míni vóru ikki Tær duld, táið eg varð skaptur í loyndum, virkaður í jarðardjúpinum.
16 Sum fostur sóu eygu Tíni meg, og í bók Tíni stóðu teir allir uppskrivaðir, dagarnir, ið ásettir vóru, áðrenn nakar av teimum enn var komin.
17 – Sum hugsanir Tínar eru mær dýrabarar, Gud, sum tær telja nógv, samanlagdar!
18 Um eg vildi talt tær – tær eru fleiri enn sandskornini; eg vakni, og eg eri hjá Tær enn!
19 Gud, hevði Tú viljað dripið hinar gudleysu! – Tit blóðmenn, víkið frá mær! –
20 teir, ið við svikaráðum í huga tala um Teg og nýta navn Títt til lygn, fíggindar Tínir!
21 Skuldi eg ikki hatað teir, ið hata Teg, HARRI! Skuldu teir ikki boðið mær ímóti, teir, ið reisa seg móti Tær!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul