Sálmarnir kap. 52

Uppsetan
4 Tunga tín stílar upp á undirgang, hon er sum brýndur rakiknívur, tú, ið leggur upp svikaráð!
7 Tí skal Gud eisini bróta teg niður við alla; Hann skal grípa teg og rykkja teg út úr tjaldinum og ríva teg út av landi teirra, sum liva. – Sela.
9 „Hyggið, hatta er maðurin, ið ikki gjørdi Gud til vernd sína, men leit á mikla ríkidømi sítt, stóð stinnur í óndskapi sínum!“
10 Men eg eri sum grønt oljutræ í húsi Guds; náði Guds líti eg á í aldur og ævir.
11 Til ævigar tíðir skal eg prísa Tær fyri tað, ið Tú gjørdi, og fyri eygum heilagu Tína skal eg bíða eftir navni Tínum – tí tað er gott.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul