Sálmarnir kap. 16

Uppsetan
3 Hini heilagu, sum í landinum eru, tey eru hini dýru, sum eg havi alla gleði mína í.“
4 Mangar sorgir ráma tey, ið velja sær aðrar*; eg ofri ikki drykkjuoffur teirra av blóði og taki ikki nøvn teirra á varrarnar.
5 HARRIN er parturin, ið mær lutaðist, Hann er bikar mítt; Tú heldur luti mínum uppi.
7 Eg skal lova HARRANUM, sum var ráðgevari mín – líka um náttina minna nýru míni meg um tað!
9 Tí gleðist hjarta Mítt, æra Mín rópar av frøi; um tað so er hold Mítt, skal tað búgva trygt.
10 Tí Tú skalt ikki geva deyðaríkinum sál Mína, Tú skalt ikki lata hin Heilaga Tín síggja rot.
11 Tú kunngert Mær veg lívsins; fyri ásjón Tíni er gleðin fullkomin, lívsæla er við høgru hond Tína í allar ævir.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul