Sálmarnir kap. 39

Uppsetan
2 Eg segði: „Eg skal akta eftir leiðum mínum, so eg syndi ikki við tunguni, eg skal leggja teymar á munn mín, so leingi sum hin gudleysi er fyri eygum mínum!“
4 hjartað brendi í brósti mínum, eldur tendraðist, meðan eg grundaði; tá talaði eg við tunguni:
5 „Lat meg vita enda mín, HARRI, og dagamál mítt, hvat tað er, lat meg vita, hvussu skjótt eg skal burtur!“
6 Sum handarbreidd hevur Tú gjørt dagar mínar, og lívstíð mín er Tær sum einki – vissuliga, berur tómleiki er hvørt menniskja, hvussu fast tað so stendur! – Sela.
7 Bert sum skuggi gongur maðurin; tómt er alt, ið teir stríðast við; teir dunga saman og vita ikki, hvør ið fær tað.
11 Tak plágu Tína burt frá mær! Fyri sløgum handar Tínar eri eg vorðin til einkis.
12 Táið Tú tyktar mann við straff fyri misgerð hansara, syndrar Tú dýrd hansara sum húsvætti – berur tómleiki er hvørt menniskja! – Sela.
13 Hoyr bøn mína, HARRI, lurta eftir rópi mínum, tig ikki, táið eg gráti! Tí fremmandur eri eg hjá Tær, gestur sum allir fedrar mínir.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul