Sálmarnir kap. 71

Uppsetan
1 Hjá Tær, HARRI, søki eg mær skjól! Lat meg aldri í allar ævir verða til skammar!
2 Fría meg út og bjarga mær í rættferð Tíni, boygg oyra Títt til mín og frels meg!
3 Ver mær klettur, sum eg kann búgva á, og sum eg altíð kann flýggja til, Tú, sum hevur ásett mær frelsu! Tú ert klettur og borg mín.
4 Gud mín! Bjarga mær úr hondum hins gudleysa, úr klóm hins órættvísa og yvirgangskropsins!
6 Á Teg havi eg styðjað meg líka úr móðurfangi; Tú ert tann, ið dró meg út úr móðurlívi; um Teg er lovsongur mín altíð.
10 Tí fíggindar mínir tosa um meg; teir, ið lúra eftir sál míni, leggja saman ráð
11 og siga: „Gud hevur svikið hann! Eftir honum, takið hann, tí eingin er, sum frelsir!“
13 Lat teir verða til skammar og ganga til grundar, teir, ið liggja mær eftir lívinum, lat teir verða klæddar í spott og spæ, teir, ið vilja mær ilt!
14 Men eg, eg skal altíð vóna, og aftrat øllum prísi Tínum skal eg leggja nýtt prís.
15 Muður mín skal vitna um rættferð Tína, um frelsu Tína allan dagin; tí eg veit ikki enda á teimum.
16 Eg skal minna um veldigu verk Harrans HARRANS, lovsyngja rættferð Tíni, henni eina.
17 Gud! Tú hevur lært meg tað líka frá ungdóminum, og líka til nú kunngeri eg undur Tíni.
18 Svík meg so heldur ikki, táið eg verði gamal og gráur, Gud! Enn skal eg kunngera øllum komandi ættum arm Tín, øllum teimum, ið koma skulu, mátt Tín.
19 Og rættferð Tín, Gud, røkkur líka til himmals, Tú, sum hevur gjørt stórverk, Gud, hvør er sum Tú!
20 Tú, sum lætst okkum síggja nógvar trongdir og vanlukkur, Tú skalt gera okkum livandi aftur og draga okkum upp aftur úr avgrundum jarðarinnar;
22 Afturfyri skal eg við hørpuspæli prísa trúfesti Tíni, Gud mín, leika á sitara fyri Tær, Tú hin Heilagi Ísraels!
23 Fegnast skulu varrar mínar, ja, eg skal syngja Tær lov – sál mín, sum Tú loysti út!
24 Og tunga mín skal allan dagin tala um rættferð Tína; tí teir standa til skammar og við kinnroða, teir, ið vilja mær illa.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul