Sálmarnir kap. 69

Uppsetan
3 Eg eri sokkin niður í botnleyst díki, sum einki fótafesti er í; Eg eri komin í hini djúpu vøtn, og bylgjurnar leggja yvir Meg.
4 Eg havi rópt Meg móðan, tað brennur í kvørkrum Mínum, eygu Míni eru upptærd av at bíða eftir Gudi Mínum.
5 Fleiri enn hárini á høvdi Mínum eru teir, ið hata Meg uttan grund; nógvir eru teir, ið ætla at forkoma Mær, teir, ið uttan grund eru fíggindar Mínir; tað, ið Eg ikki havi rænt, skal Eg nú lata aftur.
7 Lat ikki tey, ið bíða eftir Tær, verða til skammar av Mær, Harri, HARRI Gud herskaranna, lat ikki tey, ið søkja Teg, Gud Ísraels, verða til spott av Mær!
10 Tí eldhugi fyri húsi Tínum hevur etið Meg upp, og spott teirra, ið spotta Teg, er fallið á Meg.
13 Teir, ið sita í portrunum, tosa um Meg, og í drykkjuløgunum kvøða teir um Meg.
14 Men Eg komi við bøn Míni til Tín, HARRI, í náðitíðini, Gud, fyri stóru miskunn Tína – svara Mær í frelsandi trúfesti Tíni!
15 Drag meg upp úr díkinum og lat Meg ikki søkka! Lat Meg verða bjargaðan frá teimum, ið hata Meg, og úr hinum djúpu vøtnum!
16 Lat ikki vatnsbylgjurnar leggja yvir Meg, lat ikki djúpið gloypa Mær, og lat ikki brunnin lata gap sítt aftur yvir Mær!
17 Svara Mær, HARRI, tí náði Tín er góð, vend Tær til Mín eftir stóru miskunn Tíni!
18 Og fjal ikki ásjón Tína fyri tænara Tínum, tí Eg eri í neyð – skunda Tær at svara Mær!
20 Tú veitst, hvussu Eg verði spottaður og beri skomm og vanæru; allar fíggindar Mínar sært Tú.
21 Spott hevur ógrøðandi brotið hjarta Mítt; Eg bíðaði eftir onkrum, sum tykti synd í Mær, men eingin var – eftir troystarum, men Eg fann ongan.
23 Lat borð teirra framman fyri teir verða snerru, og fellu fyri teir, táið teir eru tryggir!
24 Lat eygu teirra blindast, so teir síggja einki, og lat lendar teirra altíð riða!
27 Tí tann, ið Tú hevur sligið, Hann elta teir, og teir hava á orði, hvussu tey verða plágað, sum Tú hevur sært.
29 Lat teir verða útstrikaðar úr bók teirra, sum liva, lat teir ikki verða uppskrivaðar millum hini rættvísu!
33 Táið hini eyðmjúku síggja tað, skulu tey gleðast; tit, sum søkja Gud, hjørtu tykkara livi!
36 Tí Gud skal frelsa Zion og reisa upp býir Juda; har skulu tey búgva og eiga teir;
37 avkom tænara Hansara skal arva teir, og tey, ið elska navn Hansara, skulu búgva í teimum.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul