Sálmarnir kap. 24

Uppsetan
1 Eftir Dávid. Sálmur. HARRANUM hoyrir jørðin til, og alt tað, ið henni er á, jarðarríki og tey, ið har búgva.
4 Tann, ið hevur ódálkaðar hendur og reint hjarta, sum ikki vendir sál síni til lygn og ikki ger falskan eið.
6 Hetta er ætt teirra, sum spyrja eftir Honum, tey, ið søkja ásjón Tína, Gud Jákups! – Sela.
7 Tit portur, lyftið høvdum tykkara, lyftið tykkum, tit ævigu dyr, so kongur dýrdarinnar fær komið inn!
8 Hvør er hesin kongur dýrdarinnar? – HARRIN, sterkur og veldigur, HARRIN, veldigur í stríði!
9 Tit portur, lyftið høvdum tykkara, lyftið tykkum, tit ævigu dyr, so kongur dýrdarinnar fær komið inn!
10 Hvør er Hann, hesin kongur dýrdarinnar? HARRIN Gud herskaranna, Hann er kongur dýrdarinnar! – Sela.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul