Sálmarnir kap. 42

Uppsetan
2. Book 2
42:1-72:20
3 Sál mín tystir eftir Gudi, hinum livandi Gudi; nær skal eg sleppa at stíga inn fyri ásjón Guds?
4 Tár míni eru matur mín dag og nátt, av tí at í heilum verður sagt við meg: „Hvar er Gud tín!“
5 Hetta má eg minnast, og úthella sál mína í mær: Hvussu eg í skaranum fór til hús Guds við gleðirópum og lovsongi – í hátíðarskaranum.
6 Hví ert tú niðurboygd, sál mín, hví ert tú so órólig í mær? Bíða eftir Gudi! Tí eg skal aftur kunna takka Honum fyri frelsu frá ásjón Hansara!
7 Gud mín! Sál mín er niðurboygd í mær, tí minnist eg Teg, úr Jordanslandi og av Hermonshæddum, av Lítla Fjalli.
8 Djúp rópar á djúp, táið fossar Tínir duna; alt brim Títt og allar bylgjur Tínar leggja yvir meg.
9 Um dagin sendir HARRIN náði Sína, og um náttina er songur Hansara hjá mær, bøn til Gud lívs míns.
10 – Eg má siga við Gud, klett mín: Hví hevur Tú gloymt meg? Hví skal eg ganga sorgarbundin, kúgaður av fíggindum?
11 Tað er, sum hvørt bein í mær varð sundursorað, táið fíggindarnir háða meg, táið teir samt og javnt siga við meg: „Hvar er Gud tín!“
12 – Hví ert tú niðurboygd, sál mín, hví ert tú so órólig í mær? Bíða eftir Gudi! Tí eg skal aftur kunna takka Honum, frelsu andlits míns og Gudi mínum!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul