Sálmarnir kap. 5

Uppsetan
4 HARRI, um morgunin hoyri Tú rødd mína, um morgunin leggi eg mál mítt fram fyri Teg – og bíði!
5 Tí ikki ert Tú tann Gud, sum líkar gudloysi; hin óndi sleppur ikki at búgva hjá Tær.
6 Hugmóðig verða ikki standandi fyri eygum Tínum; Tú hatar øll tey, ið gera órætt.
7 Tú letur tey, ið tala lygn, ganga til grundar; blóðdálkaður, falskur maður er HARRANUM andstygd.
8 Men eg sleppi av stóru miskunn Tíni inn í hús Títt, eg sleppi í ótta fyri Tær at tilbiðja, vendur móti heilaga templi Tínum.
9 HARRI, leið meg í rættvísi Tíni, fyri teirra skuld, sum eru eftir mær, ger veg Tín slættan fyri mær!
10 Tí sannleiki er ikki í munni teirra, hjarta teirra er avgrund, barki teirra opin grøv; tungu sína gera teir hála.
11 Døm teir sekar, Gud, lat teir falla fyri egnum svikaráðum, stoyt teimum oman fyri hinar mongu misgerðir teirra – teir standa jú Tær ímóti!
12 Men lat øll tey gleðast, sum søkja sær skjól hjá Tær, lat tey í allar ævir fegnast, tí Tú verjir tey, og lat tey, sum elska navn Títt, frøast í Tær!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul