Sálmarnir kap. 45

Uppsetan
2 Hjarta mítt er ov fult av lívsælum orðum, eg sigi: Songur mín er um ein kong, tunga mín er sum pennur snarskrivarans.
3 Tú ert hin fagrasti av menniskjabørnunum, lívsæla er úthelt á varrar Tínar; tí hevur Gud signað Teg í allar ævir.
5 Far so í dýrd Tíni sigurríkur fram fyri søk sannleikans, fyri eyðmjúkleika og rættferð! Høgra hond Tín skal læra Teg øgilig stórverk.
6 Pílar Tínir eru hvestir, fólkasløg falla fyri Tær, fíggindar kongsins verða raktir í hjartað.
8 Tú elskar rætt og hatar gudloysi; tí hevur Gud, Gud Tín, salvað Teg við gleðiolju fram um felagar Tínar;
9 av myrra, aloe og kassia anga øll klæði Tíni. Úr fílabeinshøllum gleðir Teg streingjaleikur;
10 kongadøtur eru millum útvaldu Tínar, drotningin stendur undir høgru lið Tíni í gulli úr Ofir.
11 Lurta nú væl eftir, dóttirin, boygg oyrað: Gloym fólk títt og hús faðirs tíns!
12 So skal kongurin hava hug á vakurleika tínum, tí Hann er Harri tín, og tú skalt falla niður fyri Honum.
13 Dóttir Týrus, ja, hini ríkastu millum fólkið, skulu við gávum royna at gera seg vælkend hjá tær.
14 – Dýrd er hon, øll sum hon er, kongadóttirin harinni; klæði hennara eru gjøgnumvovin við gulli.
15 Fylgd av moyggjum verður hon leidd fram í marglittum búna; vinkonur hennara leiða hana til kongin.
17 Synir Tínir stíga í stað fedra Tína, Tú setur teir til høvdingar á allari jørðini.
18 Eg skal prísa navni Tínum millum øll komandi ættarlið; tí skulu fólkini lova Tær í aldur og allar ævir.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul