Sálmarnir kap. 95

Uppsetan
2 Latið okkum við tøkk stíga fram fyri ásjón Hansara, rópa av gleði fyri Honum við sálmum!
6 Komið, latið okkum falla niður og boyggja okkum, latið okkum falla á knæ fyri HARRANUM, skapara okkara!
7 Tí Hann er Gud okkara, og vit eru fólkið, ið Hann røktar, fylgið, ið hond Hansara leiðir. – Høvdu tit tó í dag viljað lurtað eftir rødd Hansara!
8 Herðið ikki hjørtu tykkara sum við Meriba, sum hina ferðina við Massa í oyðimørkini,
9 táið fedrar tykkara freistaðu Meg, táið teir royndu Meg, teir, sum tó høvdu sæð verk Mítt!
10 Í 40 ár beyð tann ættin Mær ímóti, og Eg segði: „Tey eru fólk við vilstum hjarta, tey kenna ikki vegir Mínar!“
11 So svór Eg í vreiði Míni: „Sanniliga, tey skulu ikki koma inn til hvílu Mína!“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul