Sálmarnir kap. 14

Uppsetan
1 Til songmeistaran. Eftir Dávid. Dárin sigur í hjartanum: „Eingin Gud er!“ – Óndur, viðurstyggiligur er atburður teirra; eingin er, sum ger gott.
2 HARRIN skoðar úr Himli niður á menniskjabørnini, at síggja, um nakar vitigur er, nakar, sum søkir Gud.
3 Nei, øll eru farin av leið, øll somul eru spilt, eingin er, sum ger gott, ikki so mikið sum ein!
4 Hava teir tá einki vit, allir hesir illgerðarmenn, ið eta fólk mítt, sum tað hevði verið breyð, teir ótu, og ikki ákalla HARRAN?
7 Á, hevði frelsa Ísraels komið av Zion! – Táið HARRIN vendir lagnu fólks Síns, skal Jákup fegnast, Ísrael gleðast!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul