Sálmarnir kap. 19

Uppsetan
5 gongur rødd himmalsins út um alla jørðina, tala hansara til enda jarðarríkis. Á himli reisti Hann sólini tjald.
6 Og hon er sum brúðgómur, ið kemur út úr brúðarkamari sínum; sum kappi gleðir hon seg til at renna skeið sítt.
7 Við enda himmalsins er tað, hon kemur undan, og umferð hennara er til hin enda hansara; einki er fjalt fyri hita hennara.
8 Lóg HARRANS er fullkomin, hon lívgar sálina; vitnisburður HARRANS er trúfastur, hann ger hin einfalda vísan;
9 fyriskipanir HARRANS eru rættar, tær gleða hjartað; boð HARRANS er reint, tað lýsir upp eyguni;
10 ótti HARRANS er skírur, hann stendur fastur allar ævir; lógboð HARRANS eru sannleiki, tey eru rættvís øll somul.
11 Tey eru dýrabarari enn gull, ja, enn mongd av fínum gulli, og søtari enn hunangur, ja, enn reinasti hunangur.
12 Eisini tænari Tín verður ámintur við teimum; tann, ið heldur tey, hevur stóra løn.
13 Hvør er varur við, hvussu mangan hann villist! Fyrigev mær loyniligu syndir mínar!
14 Varðveit eisini tænara Tín frá skammiligum syndum, lat tær ikki ráða yvir mær! Tá verði eg lýtaleysur og ikki sekur í stórum misbrotum.
15 Lat orð muns míns og hugsanir hjarta míns líka Tær, HARRI, klettur mín og endurloysari mín!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul