Sálmarnir kap. 93

Uppsetan
1 HARRIN hevur víst, at Hann er kongur, Hann hevur latið Seg í dýrd, gyrt Seg við styrki; tí stendur jarðarríki fast, tað vikast ikki.
3 Streymarnir lótu hoyrast, HARRI, streymarnir lótu hoyrast rødd sína, streymarnir lótu hoyrast dun sítt.
4 Men veldigur er HARRIN á hæddini, meir enn dunið av hinum stóru, hinum veldigu vøtnum, meir enn havsbrotini.
5 Vitnisburðir Tínir eru fult álítandi – heilagleiki sømir húsi Tínum, HARRI, so leingi sum dagarnir vara.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul