Sálmarnir kap. 79

Uppsetan
1 Sálmur. Eftir Asaf. Gud! Heidningar hava brotið seg inn í arv Tín, teir hava dálkað heilaga tempul Títt, teir hava gjørt Jerusalem til grótrúgvur;
2 teir hava givið fuglum himmalsins lík tænara Tína at eta, hinum villu dýrum kjøtið av hinum heilagu Tínum;
3 blóð teirra hava teir úthelt sum vatn rundan um Jerusalem, og eingin var, sum jarðaði teir.
4 Grannum okkara eru vit vorðin til háð, teimum, ið rundan um okkum búgva, til spott og spæ.
5 Hvussu leingi fert Tú at vera illur, HARRI? – Í allar ævir? Hvussu leingi skal vreiði Tín loga sum eldur?
6 Hell út vreiði Tína yvir heidningarnar, ið ikki kenna Teg, yvir ríkini, ið ikki ákalla navn Títt!
8 Tilrokna okkum ikki misgerðir forfedra okkara! Lat miskunn Tína snarliga koma ímóti okkum, tí vit eru ógvuliga illa stødd!
9 Hjálp okkum, Frelsugud okkara, fyri dýrdar navns Tíns skuld, fría okkum, fyrigev okkum syndir okkara fyri navns Tíns skuld!
10 Hví skulu heidningarnir siga: „Hvar er Gud teirra!“ – Lat verða sannað fyri eygum okkara millum heidningarnar, at blóð tænara Tína, sum úthelt er, verður hevnt!
11 Lat suff hins bundna koma fyri ásjón Tína, lat eftir styrki arms Tíns børn deyðans sleppa at liva!
12 Lat sjeyfalda afturløning ráma grannar okkara, aftur fyri háðið, ið teir hava háðað Teg við, Harri!
13 Men vit, fólk Títt og fylgið, ið Tú røktar, vit skulu takka Tær í allar ævir, kunngera prís Títt mann eftir mann.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul