Sálmarnir kap. 133

Uppsetan
1 Songur. Á hátíðarferðunum. Eftir Dávid. Hyggið, hvussu gott og lívsælt tað er, at brøður búgva í einleika!
2 Tað er sum hin góða oljan á høvdinum, ið rennur niður í skeggið, skegg Árons, sum rennur niður á faldin á klæðum hansara,
3 sum døgg Hermons, ið fellur niður á Zionsfjøll. Tí har hevur HARRIN sett signingina, lív til ævigar tíðir.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul