Fjórða Mósebók kap. 7
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
vi.
The Offerings of Dedication from the Twelve Tribes
7:1-89:1
1
Táið Móses var liðugur at seta tabernaklið upp og hevði salvað og halgað tað við øllum, ið til hoyrdi, og líkaleiðis salvað og halgað altarið við øllum, ið til hoyrdi,
2
tá komu høvuðsmenn Ísraels, høvd fedrahúsa teirra, ættarhøvdingarnir, teir, ið høvdu staðið fyri teljingini, og bóru fram offurgávu.
3
Teir bóru fram offurgávu sína fyri ásjón HARRANS, seks vagnar við húsi og tólv tarvar, ein vagn fyri hvørjar tveir høvdingar og ein tarv fyri hvønn; teir komu fram fyri tabernaklið við tí.
4
Tá segði HARRIN við Móses:
5
„Tak við hesum frá teimum, so tað kann verða nýtt til tænastu við samkomutjaldið, og lat Levitarnar fáa tað, eftir sum einum og hvørjum teirra tørvar tað í tænastu síni!“
6
Móses tók tá vagnarnar og tarvarnar og læt Levitarnar fáa teir.
7
Tveir vagnar og fýra tarvar gav hann Gersonitum, eftir serligu tænastu teirra.
8
Fýra vagnar og átta tarvar gav hann Meraritum, eftir serligu tænastu teirra, sum Itamar, sonur Áron prest, rættleiddi teir í.
9
Men Kahatitum gav hann einki; tí teimum var arbeiðið við hitt heilaga latið upp í hendur, og teir skuldu bera tað á herðunum.
10
Tann dagin, ið altarið varð salvað, komu høvdingarnir við offurgávum til altarvígsluna, og teir komu fram fyri altarið við offurgávum sínum.
11
Tá segði HARRIN við Móses: „Lat høvdingarnar koma hvønn sín dagin við offurgávu síni til altarvígsluna!“
12
Tann, ið bar fram offurgávu sína fyrsta dagin, var Nason, sonur Amminadab, av ætt Juda.
13
Offurgáva hansara var silvurfat, sum vigaði 130 seklar, og silvurskál, sum vigaði 70 seklar, eftir halgidómsvektini, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til matoffur,
14
gullskál, sum vigaði 10 seklar og var full av roykilsi,
15
ungur tarvur, veðrur og veturgamal seyður, til brennioffur,
16
bukkur, til syndoffur,
17
og til takkoffur tveir tarvar, fimm veðrar, fimm bukkar og fimm veturgamlir seyðir. – Hetta var offurgávan frá Nason, syni Amminadab.
18
Annan dagin kom Netanel, sonur Zuar, høvdingi Issakars, við offurgávu síni.
19
Hann bar fram sum offurgávu sína silvurfat, sum vigaði 130 seklar, og silvurskál, sum vigaði 70 seklar, eftir halgidómsvektini, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til matoffur,
20
gullskál, sum vigaði 10 seklar og var full av roykilsi,
21
ungan tarv, veðr og veturgamlan seyð, til brennioffur,
22
bukk, til syndoffur,
23
og til takkoffur tveir tarvar, fimm veðrar, fimm bukkar og fimm veturgamlar seyðir. – Hetta var offurgávan frá Netanel, syni Zuar.
24
Triðja dagin kom høvdingi Zebulonita, Eliab, sonur Helon.
25
Offurgáva hansara var silvurfat, sum vigaði 130 seklar, og silvurskál, sum vigaði 70 seklar, eftir halgidómsvektini, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til matoffur,
26
gullskál, sum vigaði 10 seklar og var full av roykilsi,
27
ungur tarvur, veðrur og veturgamal seyður, til brennioffur,
28
bukkur, til syndoffur,
29
og til takkoffur tveir tarvar, fimm veðrar, fimm bukkar og fimm veturgamlir seyðir. – Hetta var offurgávan frá Eliab, syni Helon.
30
Fjórða dagin kom høvdingi Rubenita, Elizur, sonur Sede’ur.
31
Offurgáva hansara var silvurfat, sum vigaði 130 seklar, og silvurskál, sum vigaði 70 seklar, eftir halgidómsvektini, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til matoffur,
32
gullskál, sum vigaði 10 seklar og var full av roykilsi,
33
ungur tarvur, veðrur og veturgamal seyður, til brennioffur,
34
bukkur, til syndoffur,
35
og til takkoffur tveir tarvar, fimm veðrar, fimm bukkar og fimm veturgamlir seyðir. – Hetta var offurgávan frá Elizur, syni Sede’ur.
36
Fimta dagin kom høvdingi Símeonita, Selumiel, sonur Zurisaddai.
37
Offurgáva hansara var silvurfat, sum vigaði 130 seklar, og silvurskál, sum vigaði 70 seklar, eftir halgidómsvektini, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til matoffur,
38
gullskál, sum vigaði 10 seklar og var full av roykilsi,
39
ungur tarvur, veðrur og veturgamal seyður, til brennioffur,
40
bukkur, til syndoffur,
41
og til takkoffur tveir tarvar, fimm veðrar, fimm bukkar og fimm veturgamlir seyðir. – Hetta var offurgávan frá Selumiel, syni Zurisaddai.
42
Sætta dagin kom høvdingi Gadita, Eljasaf, sonur De’uel.
43
Offurgáva hansara var silvurfat, sum vigaði 130 seklar, og silvurskál, sum vigaði 70 seklar, eftir halgidómsvektini, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til matoffur,
44
gullskál, sum vigaði 10 seklar og var full av roykilsi,
45
ungur tarvur, veðrur og veturgamal seyður, til brennioffur,
46
bukkur, til syndoffur,
47
og til takkoffur tveir tarvar, fimm veðrar, fimm bukkar og fimm veturgamlir seyðir. – Hetta var offurgávan frá Eljasaf, syni De’uel.
48
Sjeynda dagin kom høvdingi Efra’imita, Elisama, sonur Ammihud.
49
Offurgáva hansara var silvurfat, sum vigaði 130 seklar, og silvurskál, sum vigaði 70 seklar, eftir halgidómsvektini, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til matoffur,
50
gullskál, sum vigaði 10 seklar og var full av roykilsi,
51
ungur tarvur, veðrur og veturgamal seyður, til brennioffur,
52
bukkur, til syndoffur,
53
og til takkoffur tveir tarvar, fimm veðrar, fimm bukkar og fimm veturgamlir seyðir. – Hetta var offurgávan frá Elisama, syni Ammihud.
54
Áttanda dagin kom høvdingi Manassita, Gamliel, sonur Pedazur.
55
Offurgáva hansara var silvurfat, sum vigaði 130 seklar, og silvurskál, sum vigaði 70 seklar, eftir halgidómsvektini, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til matoffur,
56
gullskál, sum vigaði 10 seklar og var full av roykilsi,
57
ungur tarvur, veðrur og veturgamal seyður, til brennioffur,
58
bukkur, til syndoffur,
59
og til takkoffur tveir tarvar, fimm veðrar, fimm bukkar og fimm veturgamlir seyðir. – Hetta var offurgávan frá Gamliel, syni Pedazur.
60
Níggjunda dagin kom høvdingi Benjaminita, Abidan, sonur Gideoni.
61
Offurgáva hansara var silvurfat, sum vigaði 130 seklar, og silvurskál, sum vigaði 70 seklar, eftir halgidómsvektini, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til matoffur,
62
gullskál, sum vigaði 10 seklar og var full av roykilsi,
63
ungur tarvur, veðrur og veturgamal seyður, til brennioffur,
64
bukkur, til syndoffur,
65
og til takkoffur tveir tarvar, fimm veðrar, fimm bukkar og fimm veturgamlir seyðir. – Hetta var offurgávan frá Abidan, syni Gideoni.
66
Tíggjunda dagin kom høvdingi Danita, Ahiezer, sonur Ammisaddai.
67
Offurgáva hansara var silvurfat, sum vigaði 130 seklar, og silvurskál, sum vigaði 70 seklar, eftir halgidómsvektini, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til matoffur,
68
gullskál, sum vigaði 10 seklar og var full av roykilsi,
69
ungur tarvur, veðrur og veturgamal seyður, til brennioffur,
70
bukkur, til syndoffur,
71
og til takkoffur tveir tarvar, fimm veðrar, fimm bukkar og fimm veturgamlir seyðir. – Hetta var offurgávan frá Ahiezer, syni Ammisaddai.
72
Ellivta dagin kom høvdingi Aserita, Pagiel, sonur Okran.
73
Offurgáva hansara var silvurfat, sum vigaði 130 seklar, og silvurskál, sum vigaði 70 seklar, eftir halgidómsvektini, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til matoffur,
74
gullskál, sum vigaði 10 seklar og var full av roykilsi,
75
ungur tarvur, veðrur og veturgamal seyður, til brennioffur,
76
bukkur, til syndoffur,
77
og til takkoffur tveir tarvar, fimm veðrar, fimm bukkar og fimm veturgamlir seyðir. – Hetta var offurgávan frá Pagiel, syni Okran.
78
Tólvta dagin kom høvdingi Naftalita, Ahira, sonur Enan.
79
Offurgáva hansara var silvurfat, sum vigaði 130 seklar, og silvurskál, sum vigaði 70 seklar, eftir halgidómsvektini, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til matoffur,
80
gullskál, sum vigaði 10 seklar og var full av roykilsi,
81
ungur tarvur, veðrur og veturgamal seyður, til brennioffur,
82
bukkur, til syndoffur,
83
og til takkoffur tveir tarvar, fimm veðrar, fimm bukkar og fimm veturgamlir seyðir. – Hetta var offurgávan frá Ahira, syni Enan.
84
Hetta vóru gávurnar frá høvdingum Ísraels til altarvígsluna, táið altarið varð salvað: 12 silvurføt, 12 silvurskálir og 12 gullskálir;
85
hvørt silvurfatið vigaði 130 seklar, og hvør silvurskálin 70 seklar; tilsamans vigaðu øll silvuríløtini 2400 seklar, eftir halgidómsvektini.
86
Tær 12 gullskálirnar – sum vóru fullar av roykilsi – vigaðu 10 seklar hvør, eftir halgidómsvektini; allar gullskálirnar tilsamans vigaðu 120 seklar.
87
Kríatúrini til brenniofrið vóru tilsamans 12 tarvar, 12 veðrar og 12 veturgamlir seyðir – við matofrinum, ið til hoyrdi – og 12 bukkar til syndoffur.
88
Kríatúrini til takkofrið vóru tilsamans 24 tarvar, 60 veðrar, 60 bukkar og 60 veturgamlir seyðir. – Hetta vóru gávurnar til altarvígsluna, táið altarið varð salvað.
89
Táið Móses fór inn í samkomutjaldið at tala við HARRAN, hoyrdi hann røddina tala til sín av náðistólinum, sum var oman á vitnisburðarørkini, úr rúminum millum kerúbarnar báðar; har talaði Hann við hann.