Fjórða Mósebók kap. 5

Uppsetan
b. Purification of the Camp
5:1-10:10
i. Ritually Unclean Excluded from the Camp
5:1-4:1
2 „Sig við Ísraelsmenn, at teir skulu beina øll spitølsk burtur úr tilhaldinum, eisini øll, ið hava útflot, og øll, ið eru vorðin órein av líki!
3 Ein slíkan skulu tit beina burtur, um tað nú er maður ella kvinna; út um tilhaldið skulu tit koyra tey, so tey gera ikki tilhald tykkara óreint, har sum Eg búgvi mitt ímillum teirra.“
4 – Hetta gjørdu tá Ísraelsmenn; teir koyrdu tey út um tilhaldið – soleiðis sum HARRIN hevði álagt Mósesi.
ii. Confession and Restitution
5:5-10:1
6 „Sig við Ísraelsmenn: „Táið maður ella kvinna ger onkra av syndunum, ið menniskju gera, og ber seg trúleyst at móti HARRANUM, og hesin persónur soleiðis dregur skyld oman yvir seg,
7 so skal hann játta syndina, ið hann hevur gjørt, og lata tað, ið hann við órætti hevur tikið, aftur við fullum virði og leggja fimting aftrat; hann skal lata tann fáa tað, sum hann hevur syndað ímóti.
8 Hevur hesin ongan latið eftir seg, sum er nærskyldur við hann, og sum hin kann lata fáa viðurlagið, so skal viðurlagið hoyra HARRANUM til, og presturin skal fáa tað – umframt bótarveðrin, ið ofrast skal sum bót fyri hann.
9 Allar gávur – alt tað, ið Ísraelsmenn halga og koma til prestin við – skal hann eiga.
10 Honum skulu hinar heilagu gávur frá øllum hoyra til; tað, ið onkur gevur prestinum, skal hann eiga.““
iii. The Adultery Test
5:11-31:1
12 „Tala við Ísraelsmenn og sig við teir: „Táið kona forbrýtur seg móti manni sínum og er honum ótrúgv,
13 og annar maður liggur hjá henni, uttan at maður hennara veit um tað, og uttan at tað er uppdagað – tóat tað er so, at hon hevur latið seg vanæra – og uttan at nakað vitni er ímóti henni, við tað at hon er ikki tikin í gerðini,
14 men illtankaandin kortini kemur á mannin, so hann fær illtanka til konu sína, og tað eisini er so, at hon hevur latið seg vanæra – ella illtankaandin kemur á hann, so hann fær illtanka til konu sína, tóat hon ikki hevur latið seg vanæra –
15 so skal maðurin koma til prestin við konu síni og hava við sær sum offur fyri hana tíggjundapartin av efu av byggmjøli; men hann má hvørki stoyta olju út yvir tað ella leggja roykilsi á tað; tí tað er illtankaoffur, minningarmatoffur, sum skal minna um misgerð.
17 Presturin skal taka heilagt vatn í leirílat og taka nakað av dustinum, ið er á gólvi tabernakulsins, og lata tað í vatnið.
18 So skal presturin leiða kvinnuna fram fyri ásjón HARRANS, loysa hár hennara og leggja minningarmatofrið í hendur hennara – illtankamatoffur er tað; í hondini skal presturin hava beiskleikavatnið, sum voldir bann.
19 Síðani skal presturin taka kvinnuna í eið og siga við hana: „Hevur nú eingin ligið hjá tær, og hevur tú ikki verið manni tínum ótrúgv og latið teg vanæra, so skalt tú einki mein hava av hesum beiskleikavatni, sum voldir bann.
20 Men er tað so, at tú hevur verið manni tínum ótrúgv og latið teg vanæra, og hevur nakar annar enn maður tín ligið hjá tær“
21 – nú skal presturin lesa illbønareiðin upp fyri kvinnuni og siga við hana: „So skal HARRIN gera teg til bann og til illbøn millum fólk títt; Hann skal lata lendar tínar svinna og búk tín bólgna upp.
22 Hetta vatnið, sum voldir bann, skal fara niður í innvøl tín, so at búkur tín bólgnar upp, og lendar tínar svinna!“ Og kvinnan skal svara: „Amen, amen!“
23 So skal presturin skriva hesar illbønir á eitt blað og vaska tað burtur aftur við beiskleikavatninum.
24 Og hann skal lata kvinnuna drekka beiskleikavatnið, sum voldir bann, og vatnið, ið voldir bann, skal fara niður í hana og verða henni til vanlukku.
25 Síðani skal presturin taka illtankamatofrið úr hond kvinnunnar, sveiggja tað fyri ásjón HARRANS og bera tað fram at altarinum.
26 Presturin skal taka ein neva av matofrinum og brenna tað á altarinum sum minningaroffur; síðani skal hann lata kvinnuna drekka vatnið.
27 Táið hann nú hevur latið hana drekka vatnið, skal so verða, at hevur hon latið seg vanæra og verið manni sínum ótrúgv, so skal vatnið, ið voldir bann, fara niður í hana og verða henni til vanlukku; búkur hennara skal bólgna upp, og lendar hennara skulu svinna; og henda kvinna skal verða til illbøn millum fólk sítt.
28 Men hevur kvinnan ikki latið seg vanæra – er hon rein – so skal hon einki mein hava av tí, og hon skal kunna fáa børn.
29 – Hetta er illtankalógin – táið kvinna er manni sínum ótrúgv og letur seg vanæra,
30 ella táið illtankaandin kemur á mann, so hann fær illtanka til konu sína; tá skal hann leiða konuna fram fyri ásjón HARRANS, og presturin skal gera við hana alt tað, ið sagt er í hesi lóg.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul